Við 4-1-sigri ímóti NSÍ í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið hevði KÍ vunnið sær frálíkt útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni, sum varð spæld við Løkin í Runavík í kvøld.
Í fyrra hálvleiki var ikki nógv at skriva heim um, tí tað vóru ikki teir heilt stóru málmøguleikarnir, og tað var ikki annað enn hóskandi, at tað endaði málleyst í fyrra hálvleiki.
NSÍ hevði eina rúgvu av hornaspørkum í dystinum, men KÍ, sum spældi trygt í kvøld, hugsavnaði seg um at verja greiðu leiðsluna.
Tað var ikki fyrr enn seinasta korterið, at NSÍ fekk skapt nakrar møguleikar. Ein av teimum størstu átti Høgni Madsen, sum júst er komin til NSÍ úr B36.
Tað eydnaðist tó ikki NSÍ at lirka KÍ-verjuna upp. Dysturin endaði 0-0, og tað merkir, at KÍ er í steypafinaluni umvegis ein samanlagdan 4-1-sigur ímóti NSÍ.
Hetta er fyrstu ferð í 10 ár, at KÍ er í steypafinaluni. Finalan verður spæld á Tórsvølli 27. august.
NSÍ – KÍ 0-0 (samanlagt 1-4)