Fyrstu feðgarnir

Venjarin hjá føroyska A-landsliðnum, Jógvan Martin Olsen hevur lagt upp til nógva søguskriving mikukvøldið, tá Føroyar skulu spæla vinardyst ímóti Portugal á útivølli. Fær Bogi Løkin eisini spælitíð mikukvøldið, so verður eisini talan um søguskriving, sum hann og pápin, Abraham koma at standa fyri. Tá verður fyrstu ferð talan um faðir og son, sum í hvør sínum tíðarskeiði hava umboðað Føroyar í A-landsdysti, síðani altjóða limaskapurin kom í hús fyri 20 árum síðani.