Venjarin hjá føroyska A-landsliðnum, Jógvan Martin Olsen hevur lagt upp til nógva søguskriving mikukvøldið, tá Føroyar skulu spæla vinardyst ímóti Portugal á útivølli. Fær Egil á Bø spælitíð, so verður Egil elsti debutantur - við sínum 34 árum og 4 mánaðum - á føroyska A-landsliðnum, síðani Føroyar fingu FIFA og UEFA-limaskap fyri 20 árum síðani. Jógvan Petersen úr B68 átti gamla aldursmetið, tá hann kom inn í dysti ímóti Kanada í 1989. Fær Bogi Løkin eisini spælitíð mikukvøldið, so verður eisini talan um søguskriving, sum hann og pápin, Abraham koma at standa fyri. Tá verður fyrstu ferð talan um faðir og son, sum í hvør sínum tíðarskeiði hava umboðað Føroyar í A-landsdysti, síðani altjóða limaskapurin kom í hús fyri 20 árum síðani. Abraham, sum tá æt Hansen spældi við føroyska landsliðnum, bæði áðrenn og aftaná altjóða góðkenningina í 1988.