Hetta serliga fyri at bøta um korini hjá barnafamiljum og teimum lægstløntu, og fyrstu tiltøkini vísa seg nú sum jólagáva til fólkið. Tiltøk sum líkna mest teimum í neyðugt var at seta í verk tá kreppan leikaði harðast á. Tað fyrsta er at hvørt húski skal gjalda kr. 500 eyka í sjónvarpsgjaldi, ein hækking uppá 33% sum er met. Men hetta var bara byrjanin. Hjá tímløntum kvinnum, sum skulu í barsilsfarloyvi minkar útgjaldi í barsilstíðini munandi, eftir at seks mánaða regilin er tikin burtur. Ikki ein gang fekst undirtøka fyri einum uppskoti um at seks mánaða reglan skuldi halda fram einans fyri tey tímaløntu. Onkur helt at tað fóru Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin at stemma fyri - men nei.
Samtíðis verður boðað frá at mjólkaprísurin verður hækkaðar við 50 oyru liturin. Sjálvandi krevja nýføðingar hjá tímaløntum og lágløntum ikki tað sama sum hjá okkum øðrum.
Harumframt var ein serliga jólagáva til útjaðaran. Frá nýggjárinum av skal ferðaseðlaprísum hjá Strandferðsluni hækkast við minst 15%´um, so ikki kann sigast annað enn at fyrstu familjupolitisku tiltøkini royndust væl.









