Lena Anderssen vitjaði sum fyrsti føroyski artisturin nakrantíð Abbey Road studio 2 í fjør. Úrslitið er nýggja fløgan, Let Your Scars Dance, sum kemur út í Føroyum 30. apríl Tíðindaskriv
Nýggja fløgan við Lenu Anderssen - Let Your Scars Dance - verður nú útgivin í Føroyum og fæst til keyps mánadagin 30. apríl.
Við nýggju fløguni skrivar Lena eitt slag av føroyskari tónleikasøgu, tí hon er fyrsti føroyski artisturin, sum hevur innspælt í heimsins kendasta tónleika studio, Abbey Road í London. Og tað var sjálvsagt í Studio 2, har The Beatles í 60?unum innspældu meginpartin av teirra tilfari, sum bleiv so kent kring allan heimin.
Umframt at innspæla lagið ?Stones In My Pocket? live saman við enskum tónleikarum varð eisini arbeitt við løgunum ?And Life Carries On? og ?Let Your Scars Dance?.
Úr Abbey Road til Los Angeles
Fløgan hjá Lenu hevur verið ávegis síðani januar 2006, tá fyrstu innspælingarnar vóru gjørdar í Útvarpshøllini. Síðani varð arbeitt víðari í JakZac Studio og Abbey Road í Onglandi. Í september í fjør gekk leiðin so til Los Angeles, har Lena og Niclas samstarvaðu við Ryan Hewitt, sum hevur ljóðblandað amerikansku Grammy vinnandi fløguna ?Stadium Arcadium? við Red Hot Chili Peppers. Eitt lag frá hesum samstarvi kann hoyrast á nýggju fløguni. Her er talan um lagið ?Who Am I?, ið er eitt vælupplagt guitar-drivið rock lag.
Seinasta hálva árið hava Lena og Nicas arbeitt saman við garvaða føroyska produsaranum Óla Poulsen í Danmark. Umframt at ljóðblanda níggju løg á fløguni hevur Óli eisini produserað og spælt ymisk ljóðføri á fleiri av løgunum, eitt nú klaver, trummur, bass og guitar. Tvey løg hava eisini fingið heilt nýggjan búna undir hansara hond, nevniliga daprasta lagið á fløguni ?Tell Me All About It? umframt satiriska og ikki sørt humoristiska lagið ?Something?s Gotta Give?.
Lena droymdi heitið
Tá Lena var stødd á konsertferð í Danmark í 2005, droymdi hon seg til heitið ?Let Your Scars Dance?. Hetta er eisini fyrsta lagið á fløguni og sangurin, har tað víðagitna Lady Madonna klaverið frá Studio 2 kann hoyrast.
Føroysku tónleikararnir, sum spæla á fløguni, eru - umframt Lenu, Niclas og Óla - Finnur Hansen, James Olsen, Jóhannus á Rógvu Joensen, Jákup Zachariassen, Gunnar Guttesen, Kaj Johannesen og Flóvin Viderø.
Let Your Scars Dance er triðja fløgan, sum Lena Anderssen gevur út.