Fyrstu elementini komin upp á vognin

Byggifyritøkan Bulur byggir nýggja barnagarðin fyri Sands kommunu, og tað var eisini Bulur, sum bygdi nýggja barnaskúlan á Sandi.

Herfyri vóru umboð fyri Sands kommunu á vitjan hjá byggifyritøkuni, Buli á Signabø.

 

Tað er Bulur, sum byggir nýggja barnagarðin fyri Sands kommunu, og tað var eisini Bulur, sum bygdi nýggja barnaskúlan á Sandi.

 

Á Facebook-vanganum hjá kommununi verður sagt, at arbeiðið gongur væl, og nú eru tey fyrstu elementini til barnagarðin komin upp á trailaravogn.

 

- Arbeiðið at stoypa sokkul gongur eisini eftir ætlan, eins og allar leiðingar til barnagarðin eru lagdar og tyrvdar. 

 

Lagt verður aftrat, at ein nýggjur barnagarður á Sandi er eitt alneyðugt stig at taka.

 

- Eitt stig, sum bygdarráðið alt eigur rós fyri, verður sagt á Facebook-vanganum hjá kommununi, nú tey fyrstu elementini eru komin upp á vognin.

 

Dagføring:  

 

Síðan vit skrivaðu hesar reglur um middagsleitið, er trailaravognur komin til Sands við fyrstu elementunum til nýggja barnagarðin, soleiðis sum niðasta myndir her í greinini vísir.

 

##med2##

 

##med3##

 

Tað nýggjasta er, at fyrsti trailaravognurin í dag er komin til Sands við elementum.