Seinnapartin í dag fer aftur at bera til at fáa føroysk egg í handlunum.
Fyrstu eggini frá nýggja eggvirkinum á Velbastað fara á marknaðin í dag, sigur Annfinn Brekkstein, sum eigur virkið.
Annfinn Brekkstein segði, tá Sosialurin tosaði við hann í gjár, at fólk frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni skuldu koma at góðkenna virkið, og so skuldi verið klárt at pakka.
Í nýggja høsnarhúsinum á Velbastað ganga 3.200 hønur, sigur Annfinn Brekkstein. Hann roknar við, at tá verpingin verður í hæddini, fara hønurnar at verpa umleið 2.000-2.500 dagliga. Men tað verður ikki beinanveg, tí enn eru hønurnar rættiliga ungar, sigur hann.
Annfinn Brekkstein sigur, at eggini, sum nú koma á marknaðin, bert verða at fáa i Føroya Keypssamtøku og í Miklagarði. Hann klárar stutt sagt ikki at lata meira, enn hesir handlarnir hava biðið um. Eftirspurningurin eftir nýggjum, føroyskum eggum er størri, enn virkið klárar at lata. Tað er í løtuni einki annað eggvirki í landinum.
Annfinn Brekkstein sigur, at hann kann ikki siga nakað um prís í handlinum. Hann avgera handlarnir sjálvir. Hann hevur roynt, sigur hann, at fáa eina prísavtalu, men tað er ikki loyvt sambært kappingarreglunum.
Men hann sigur, at hansara vørumerki verður, at nú fer altíð at bera til at keypa nývorpin egg, so føroyingum ikki longur nýtist at halda seg til niðurkøld innflutt egg.tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.
Henry favorittur til ?Golden Boot?
Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.
Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.
Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.