Farna leygardag var fyrra innleiðandi umfar í eFótbóltskappingini á skránni, sum Fótbóltssamband Føroya og Føroya Tele skipa fyri. Kappingin verður skipað í tveimum innleiðandi umførum, og síðani einum finaluumfari, sum verður í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.
Seinna innleiðandi umfarið verður í morgin, týsdagin 26. november klokkan 17:00 í handlinum hjá Føroya Tele í miðbýnum í Havn.
Jonn og Heðin vunnu í Saltangará
Í fyrra innleiðandi umfarinum varð byrjað klokkan 11:00, og spælt var til umleið klokkan tvey seinnapartin, tá vinnararnir vóru funnir. Og saman við vinnarunum fara nummar 2, 3 og 4 víðari til finaluumfarið, sum verður komandi leygardag.
Jonn Mortensen (Jonn the King) vann kappingina fyri teir yngru, meðan Sámuel Johansen (Sámuel), Beinir Grønagarð (Fifa Beinir) og Brian Grønagarð (NSÍ Brian) gjørdust áviksvist nummar 2, 3 og 4.
Í kappingini fyri teir eldur vann Heðin Egholm Skov (Sorgrot54). Nummar 2, 3 og 4 blivu Ingolf Tvørfoss (Ingolf), Áron Sørensen (Movember FC) og Høgni Øssurson (Stevie Boogie).