Fyrstu donsku stríðsvognarnir komnir til Ukraina

Ukraine hevur fingið teir fyrstu 10 Leopart 1-stríðsvognarnar, sum Danmark í samstarvi við Holland og Týskland hevur latið, skrivar Forsvarskommandoin í Danmark.

 

Í Týsklandi eru ukrainskir hermenn útbúnir til at reka Leopard 1-stríðsvognar. - Foto: Annegret Hilse/Reuters

Aðrir tíggju stríðsvognar eru harumframt á veg til Ukraina, tá teir eru latnir frá verksmiðjuni, sum hevur umvælt teir.

Samstarvið millum tey trý londini varð gjørd í februar. Tilsamans er ætlanin at lata í minsta lagi 100 stríðsvognar. Vónin var, at teir fyrstu stríðsvognarnir kundu latast Ukraina í vár.

Men vegna trupulleikar ivð millum annað kanóntornunum var fysta veitingin seinkað.

Umframt umvæling av teir Leopart 1-stríðsvongunum, sum ikki hava verið í nýtslu í fleiri ár, er við í veitingini eisini venjing av ukrainskum manningum til stríðsvognar.

/ritzau/

 

 

 

Í Týsklandi eru ukrainskir hermenn útbúnir til at reka Leopard 1-stríðsvognar. - Foto: Annegret Hilse/Reuters