Fyrstu ídnaðarøkini tøk í heyst

Tað er næstan ikki dagur at ikki Klaksvíkar kommuna fær fyrispurningar um ídnaðarøki til ymisk endamál.

Fyri Klaksvíkar kommunu hevur tað tí havt stóran týdning at fáa gjørt øki búgvin til hetta, og nú er eitt avgerandi stig tikið í hesum máli.
Kommunan hevur nevniliga gjørt avtalu við Uppsalahagan um keyp av einum 14.000 fermetrar stórum øki sunnanfyri bátahylin í Borðoyarvík.
Her er ætlanin í fyrstu at gera eini átta øki byggibúgvin, men dult verður kortini ikki fyri at møguleiki er fyri enn fleiri økjum.
Borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen fegnast um hetta stigið. Við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu sigur hann, at økið liggur væl fyri, bæði í mun til sjálvan býin, men eisini við góðum ferðasambandi til restina av landinum.
- Full semja er um, at hetta ídnaðarøkið skal gerast klárt sum skjótast. Ætlanin er, at fyrstu økini skulu latast seinni í ár, sigur borgarstjórin.
Seinnu árini hevur kommunan leigað ella selt eini 10 økir til vinnuvirki í Klingrugarði og á havnarøkinum. Men í løtuni liggja fleiri umsóknir hjá kommununi um onnur byggiloyvi.