Fyrstu bachelorarnir fingið prógv

Teir fyrstu hava nú fingið prógv

Fríggjadagin í farnu viku fingu fyrstu lærararnir, sum hava tikið ískoytisútbúgvingina til bachelor, prógv á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

 

Tað veit heimasíðan hjá Lærarafelagnum at siga.

 

Annika Djurhuus og Birna Vestergaard vórðu teir fyrstu lærararnir, sum fingu prógv í hond.

 

Ískoytisútbúgvingin byrjaði fyri einum ári síðan. Hetta er fyrstu ferð, at henda útbúgvingin hevur verið boðin út til lærarar, sum eru útlærdir eftir tí gomlu skipanini. Einir 15 lærarar fóru undir ískoytisútbúgvingina; teir flestu gera seg lidnar nú, men onkur hevur valt at bíða til næsta ár.


Ískoytisútbúgingin er skipað í trimum pørtum, sum eru vísindaástøði og háttaløg, síðan var eitt fakligt modul, har 4 vóru í at velja, og at enda bachelorverkætlanin, sum var skrivlig og skuldi verjast munnliga.