Fyrstu bátarnir flotaðir

Hóast gamalt var ikki at flota bátin áðrenn Flaggdagin 25. apríl, eru fleiri kappróðarbátar flotaðir.

 

Seinnu árini er hesin aldargamli siður dottin meiri og meiri burtur, samstundis sum kappingin í kappróðrinum er herd meira og meira.

 

Ein góðveðursdag sum henda, er tað tó ikki so løgið, at bátarnir verða flotaðir.

 

Vit fangaðu fimmmannafarið Jall inni í bátahylinum á Argjum, har teir vendu, áðrenn teir løgdu leiðina inn móti havnaskrivstovuni aftur.

 

Hóast tríggir av dreingjunum umborð eru partur av føstu manningini, var talan í dag tó bert um hugna, har teir nýttu góða veðrið.

 

Hálvonnur vika er til Flaggdagin, og tá verða flestallir kappróðrarbátarnir, ið eru mannaðir, koyrdir á flot, og er kappróðrarárið av álvara farið at nærkast.

 

Í dag eru 51. dagar til Norðoyastevnu, tá fyrsti FM róðurin er.