Fyrstu íbúðirnar lidnar um tveir mánaðir

Framvegis eru ikki allar íbúðirnar hjá SP/F Átak seldar við Marknagilsvegin. Arbeiðið gongur væl, og væntandi verða allar íbúðirnar klárar um ársskiftið

Tað líður væl við íbúðarbyggingini á Marknagilsvegnum. Hóast smápartafelagið Átak hevði trupulleikar við byggiloyvinum, so røkist alt fyri, at tíðarætlanin fer at halda hjá felagnum. Ætlanin er, at allar tjúgu íbúðurnar skulu verða klárar um ársskiftið, og longu um tveir mánaðir verða tær fyrstu klárar at flyta inn í.
Torkil við Sandá, ið stendur fyri byggingini, sigur, at arbeiðið hevur gingið sera væl, og at einir tíggju mans hava verið til arbeiðis, síðan farið varð undir byggingina.

Ikki allar seldar
Tað verða í alt 20 íbúðir, tíggju í hvørjari hædd. Talan er um flytiklárar íbúðir, har hvítvørur, flisar og tapet o.a. alt er við í prísinum. Íbúðirnar eru um 63 m2 hvør.
Framvegis eru nakrar av íbúðunum tøkar. Torkil við Sandá upplýsir, at kostnaðurin á íbúðunum liggur millum 985.000 og 1.085.000. Hann er sannførdur um, at tað fer at eydnast honum at sleppa av við allar íbúðirnar.
Í løtuni verður arbeitt við at gera eitt goymslu- og fýrrúm. Goymslu- og fýrrúmið verður bygt ímillum báðar íbúðarblokkarnar. Í samband við nýggju íbúðirnar, verðir eisini ein nýggjur vegur bygdur. Innkoyringin til íbúðirnar verður frá Handilsskúlanum, har ein vegur verður bygdur sum framhald av innkoyringini til Handilsskúlan.