Fyrstu almennu myndirnar eru tiknar

Í Onglandi fegnast tey í hesum døgum um fyrstu almennu myndirnar, sum er kunngjørdar av kongaliga parinum, prins William og Kate Middleton. Fotografurin er Mario Testino, sami maður, sum tók eina myndarøð av Dianu prinsessu, móðir Williams, fimm mánaðir áðrenn hon doyði.

 

Myndin er tikin á Council Chambre á Clarence House í London. Tað var her Elizabeth drotning búði í nærum 50 ár, frá 1953 til 2002, men verður nú brúkt av øðrum kongaligum, millum annað Williami prinsi.

 

29. apríl næsta ár giftast William prinsur og Kate Middleton í Westminster Abbey í London.