Fyrstilærari í samfull 33 ár

Skálavík: Fyrr í mánaðinum vóru liðin 33 ár, síðani Kristina Mikkelsen byrjaði sum fyrstilærari við Skálavíkar skúla.

Nú hon segði seg úr starvi, ynskti kommunan at heiðra henni. Tað varð gjørt á Frítíðardeplinum í bygdini næstseinasta leygardag.

Í takkarrøðu síni vísti borgarstjórin, Linjohn Christiansen á, at Kristina hevur talst millum teir góðu lærararnar.

- Tignin í skúlanum í dag er ikki hin sama sum tá ið Kristina gekk í skúla, og tað er spell. Eg haldi, at skúlin er vorðin nógv vánaligari síðani politikkararnir fóru at blanda seg í skúlan. Teir skulu halda seg burtur.

- Tú hevur verið ein av teimum heilt góðu læraranum, og tað haldi eg at vit øll kunnu vera samd um. Tú hevur havt hesa tignina yvir tær, sló borgarstjórin fast. 




TRÚFESTI

Linjohn Christiansen, borgarstjóri handar Kristinu Mikkelsen eina gávu fyri trúfasta tænastu

Mynd: sandportal.fo