ÍF skal hava nýggja venjara. Tað er greitt, eftir at ÍF hevur sagt Jógvan Hendrik “Hegga” Samuelsen úr starvið í dag. Sum skilst, so skal liðið venja í kvøld, men tað er ógreitt hvør skal stjóran venjingini og dystin móti NSÍ í annaðkvøld.
Sum skilst, so er talan um eina uppsøgn, har ÍF hevur sagt venjaranum úr starvið. In.fo hevur roynt at fáa viðmerkingar frá íblandaðu pørtunum, men tað hevur ikki eydnast. Ólavur Larsen er hjálparvenjari, meðan Ábraham Løkin hevur verið knýttur at venjaratoyminum.
ÍF hevur í stuttum skrivi á heimasíðuni váttað tíðindini. Har verður skrivað:
- Vit skulu við hesum boðað frá, at samstarvið við Hegga Samuelsen, venjara hjá Betri liðnum hjá monnum, er endað. Vit skulu nýta høvið at takka Hegga fyri hansara íkast til afturvendanina til fremstu deildina. Vit skulu somuleiðis ynskja honum blíðan byr og bestu eydnu framyvir. ÍF hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið, uttan at tað verður arbeitt við at finna nýggjan venjara, skrivar if.fo.
Jógvan Hendrik “Hegga” Samuelsen tók við sum venjari hjá ÍF í fjør, tá liðið var í 1.deild. ÍF vann deilduna greitt og flutti upp. Síðani hevur nakað av útskifting verið í hópinum til hetta kappingarárið, sum ikki hevur eydnast so væl. ÍF liggur aftast og skal í morgin spæla móti NSÍ í Runavík.