Fyrsti venjarin í Premier League longu koyrdur

Premier League: Eftir bara fýra umfør er fyrsti venjarin longu koyrdur

AFC Bournemouth hevur koyrt venjaran Scott Parker. Tað boðar felagið frá í dag. AFC Bournemouth tapti leygardagin 9-0 móti Liverpool.

 

Uppflytararnir úr AFC Bournemouth vunnu annars í fyrstu royndini móti Aston Villa, men síðani hevur tað ikki gingið væl. Tó er talan ikki um óvæntaðir ósigrar fyri Arsenal, Manchester City og Liverpool.

 

Eigarin, Maxim Demin, sigur at orsøkin til at Scott Parker er koyrdur, er at felagið skal halda fram við framgongdini og at hendan gongdin skal vera burðardygg. Tað kundi verið tekin um, at Scott Parker ynskir sær nýggjar spælarar, nú flytingarvindeygað letur aftur mikudagin, men at eigarin ikki ætlar sær í lumman eftir pengum.

 

5. umfar í Premier League byrjar í kvøld, og dystir eru eisini í annaðkvøld og hóskvøldið.

 

Premier League 5. umfar:

 

Týsdagin:

 

Crystal Palace – Brentford

 

Fulham – Brighton

 

Southampton – Chelsea

 

Leeds – Everton

 

Mikudagin:

 

AFC Bournemouth – Wolverhampton

 

Arsenal – Aston Villa

 

Manchester City – Nottingham Forest

 

West Ham – Tottenham

 

Liverpool – Newcastle

 

Hósdagin:

 

Leicester – Manchester United

 

1Arsenal440011:312
2Manchester City431013:510
3Tottenham43109:310
4Brighton43105:110
5Leeds42117:47
6Chelsea42115:67
7Newcastle41306:46
8Manchester United42024:76
9Liverpool412113:55
10Brentford41219:65
11Fulham41216:65
12Crystal Palace41126:84
13Southampton41125:84
14Nottingham Forest41122:54
15Aston Villa41033:73
16West Ham41031:53
17Bournemouth41032:163
18Everton40223:52
19Wolves40222:42
20Leicester40136:101