Á skránni er fyrst munnligir fyrispurningar, og teir skulu verða løgtingsskrivstovuni í hendi í seinasta lagi kl 12 dagin fyri tingfundin. Ófráboðaðir fyrispurningar vara í mesta lagi í ein hálva tíma tilsamans.
Næsta punktið á skránni er atkvøðugreiðsla um fyrispurningin frá Annitu áFríðriksmørk og Heidi Petersen sum er umrøddur her á síðuni.
Síðsta punktið á skránni verður val av tveimum umboðum í Norðurlandaráðið ? og teir verða helst Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum og Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum.
Ófráboðaðir fyrispurningar vara í mesta lagi í ein hálvan tíma tilsamans.
Síðst á skránni er sum altíð framløga.