Fyrsti valevnislistin liðugur í kvøld

Javnaðarflokkurin í Havn hevur 2. og 3. uppstillingarfund til býráðsvalið, sum verður 8. november, í kvøld. Soleiðis kann roknast við, at fyrsti valevnislistin verður kunngjørdur longu í kvøld.

 

Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, váttaði í síðstu viku, at hon telist millum valevnini. Greitt er eisini, at bæði Heðin Mortensen og Helena Dam á Neystabø eisini stilla upp. Soleiðis er greitt, at í minsta lagi trý tingfólk hjá Javnaðarflokkinum eisini stilla upp til býráðsvalið.

 

Fólkaflokkurin í Havn fer eisini eftir øllum at døma at gera uppstillingarlistan lidnan í hesi vikuni.

 

Annika Olsen, sum er forkvinna í Havnar Framburðsfelag, valfelag Fólkafloksins, segði við in.fo fríggjadagin, at nevndin hevur fingið heimild til at gera listan lidnan, og at hon væntaði, at hann fór at vera liðugur í hesi vikuni.

 

Annika Olsen verður helst ikki millum valevnini hjá Fólkaflokkinum, men báðir býráðslimirnir, Sjúrður Olsen og Bogi Andreasen, stilla uppaftur.