Fyrsti vágbingur í landsstýrið í dag

Tá Anfinn Kallsberg, løgmaður, í dag setur Óla Holm í starvið sum landsstýrismaður í mentamálum, verður tað fyrstu ferð, at landsstýrismaður býr í Vági

 

Einaferð seinnapartin í dag, hósdagin, fer 56 ára gamli varaskúlastjórin í Vági, Óli Holm, í Tinganes til løgmann at fáa setanarbræv sum landsstýrismaður.

 

Og samstundis, sum Óli fær heiðurin av at taka við hesum tignaðarliga starvi, fáa vágbingar sín fyrsta landsstýrismann nakrantíð. Tað er nevniliga eingin vágbingur búsitandi í Vági áður útnevndur til landsstýrismann, hóast fleiri landsstýrismenn og enntá ein løgmaður hava verið ættaðir úr Vági.

 

Hergeir Nielsen, sum nú býr í Vági, var landsstýrismaður í skúlamálum frá 1978 til 1980, men hann var ikki búsitandi í Vági, tá hann varð kosin at verða landsstýrismaður. Hergeir búði heldur ikki í Vági, meðan hann var landsstýrismaður.

 

Marita Petersen, sum er ættað úr Vági, men býr í Havn, var landsstýriskvinna frá 1991 til 1993, og frá 1993 til 1994 var hon løgmaður.

 

Kristian Magnussen, sum er ættaður úr Vági, men býr í Havn, var landsstýrismaður frá 1997 til 1998.

 

Óli Holm tekur við starvinum sum landsstýrismaður, eftir at Tórbjørn Jacobsen fyri knøppum tveimum vikum síðani valdi at leggja frá sær, sum avleiðing av sínum til tíðir óhøviska atburði.