Fyrsti U21-undankappingardysturin hjá Føroyum var móti Kroatia

2. juni spældi føroyska U21-landsliðið fyrsta EM-undankappingardystin í søguni. Dysturin var á útivølli móti Kroatia

Arnbjørn Hansen skoraði í 1-2 tapinum hjá U21-landsliðnum á Tórsvølli 17. oktober í 2007

Í kvøld klokkan 18 spæla U21-landsliðni hjá Føroyum og Kroatia EM-undankappingardyst við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Fyrsti U21 EM-undankappingardysturin í søguni var móti júst Kroatia.

 

2. juni í 2007 tapti U21-landsliðið 0-2 fyri Kroatia í Varazdin í Kroatia í tí søguliga fyrsta dystinum. 

 

Hetta var liðið, ið spældi søguliga dystin fyri meir enn 16 árum síðani:

 

##med2##

 

17, oktober sama árið spældi U21-landsliðið heimadyst móti Kroatia á Tórsvølli. 

 

Arnbjørn Hansen legði Føroyar á odda tá bert fýra minuttir vóru leiktir av dystinum. Bert 17 minuttir seinni var Kroatia á odda 2-1, men so komu ikki fleiri mál í dystinum, ið sostatt endaði 2-1 til Kroatia. 

 

Føroyar hava ongantíð í søguni spælt A-landsdyst móti Kroatia, ið vann HM-bronsu í 2022, HM-silvur í 2018, og silvur í Nations League í ár. 

 

 

 

Arnbjørn Hansen skoraði í 1-2 tapinum hjá U21-landsliðnum á Tórsvølli 17. oktober í 2007

Kelda: FaroeSoccer