Fyrsti tveymálaskjúttin

Hóast oddalið ofta hava onkran málslúkin á liðnum, so er GÍ nakað ótypiskt í so máta. Soleiðis er Gunnar Nielsen fyrsti GÍ-spælarin, sum hevur skotið meira enn eitt mál í sama dysti higartil í ár.
Og yvir høvur eru málini hjá GÍ sera javnt býtt. Ikki færri enn 13 spælarar hava skotið tey 21 málini, sum liðið hevur fingið í landskappingini. Av hesum hevur Gunnar nú skotið fimm.