Fyrsti tunnilsdagur á Strondum

Nú eru minni enn tvey samdøgur eftir, til fyrsta skotið verður latið av fyri Eysturoyartunlinum.

Nú eru minni enn tvey samdøgur eftir, til fyrsta skotið verður latið av fyri Eysturoyartunlinum. Stóra løtan verður á Strondum týsdagin klokkan 14, og tað verður landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, sum fer at lata fyrsta skotið av.

 

Fólk í Sjóvar kommunu ætla ikki at lata henda dagin fara afturvið borðinum uttan "markering". Tey vænta økt virksemi í kommununi í tíðini fram til, at tunnilin kemur.

 

Handils-og vinnulívið í økinum fegnast um útlitini til økt virksemi, og nú fyrsta skotið verður latið av, hava fyritøkur ymisk tunnilstilboð. Hetta verður soleiðis fyrsti veruligi tunnilsdagur í Sjóvar kommunu.

 

Millum fyritøkur, sum fara at bjóða sertiboð á tunnilsdegnum, eru Stranda Máling, Snældan, Stranda Centrum og Effo. Harumframt verður Atelierið hjá Finleifi Mortensen, undir Torvbrekku 12b, opið hendan dagin til klokkan 18.

 

- Eftir at hátíðarhaldið við tunnilsmunnan á Strondum er av seinnapartin týsdagin, verður bjóðað niðan í Bygdarhúsið til ein góðan kaffimunn við onkrum góðum aftur við, vita tey í Sjóvar kommunu at siga.