Tað eru mong, sum eru spent um, hvussu nýggi tunnilin fer at ávirka Summarfestivalin. Ikki minst, um lættari atkoman fer at bera fleiri gestir við sær, ella um hetta kann kosta á tann hátt, at fólk bara pendla aftur og fram, heldur enn at taka allan festivalin í einum.
- Tað vita vit jú ikki. Og sum so kann tað venda báðar vegir. Vit vóna sjálvandi, at betraða sambandið dregur enn fleiri fólk, og at hesi framhaldandi síggja tiltakið sum eitt heilt vikuskiftið, heldur enn bara eina lítla útferð til Klaksvík.
- Men á einum øki er talan í øllum førum um fyrimun. Hjá okkum sum fyrireikarunum er óvissan um flutning og annað í øllum førum vorðin minni, so longu nú kunnu vit sláa fast, at tunnilin eisini hevur hjálpt festivalinum, sigur Erik.










