Á midnátt fyrrakvøldið sluppu trolbátarnir inn á landleiðina at royna, og nakrir seldu á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum fyrrapartin. Tað mesta, sum teir høvdu, var reyðsprøka, sum fór fyri 13,80 krónur fyri kilo. Trolbátarnir høvdu eisini knappliga tvey tons av tungu, og fyri hana fingu teir 27 krónur.
Knappliga 10 tons av toski vóru á uppboðnum í dag. Toskur II fór fyri 16,10 krónur í meðal, toskur III fyri 14,36 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 15,06 krónur. Umleið fimm tons vóru av hýsu. Hýsa II fekk meðalprísin 12,62 krónur og hýsa III 11,79 krónur.
Seks tons av svartkalva fóru fyri 23 krónur kilo.
Tilsamans góð 48 tons vóru á uppboðnum í dag, og tey fóru fyri 835.000 krónur.