Formula-deildin
Í dýrdarveðrinum mikukvøldið varð 7. umfar í landskappingini avgreitt. Harvið resta tvey umfør, inntil í gásareygum eykaumfarið, sum varð lagt afturat, tá ið kappingin varð longd, er fingið frá hondini.
Aftur í ár ber ikki til at siga annað, enn at longda kappingin er plettskot – higartil í hvussu so er. Tað hevði kenst púra burturvið, um tað nú hevði verið vent aftur til kapping í átjan umførum og við bólkaspæli í steypakappingini.
Mikukvøldið vunnu EB/Streymur og feløgini í Gundadali. Hesi trý eru nú oddalið soleiðis, sum tað hevur verið roknað við, at tey skuldu verða.
NSÍ kiksaði ímóti oddaliðnum í Streymnesi.
Innanhýsis uppgerðirnar ímóti teimum, sum tað verður kappast við, eru serliga avgerandi.
Í NSÍ vilja teir vera við í oddastríðnum. NSÍ hevur higartil ikki rokkið heilt upp hagar, sum tað í Runavík hevur verið vónað, at teir skulu røkka. Trupulleikin er útidystirnir. NSÍ hevur tapt á útivølli ímóti EB/Streymi og HB, og NSÍ hevur eisini tapt á útivølli ímóti KÍ. Samlaði málmunurin í hesum uppgerðunum hevur verið 0-5! Á heimavølli var eingin trupulleiki, tá ið NSÍ spældi ímóti B36, sum varð sent suður aftur við 3-0 tapi.
Á útivølli ímóti teimum bestu er trupulleikin hjá NSÍ, og tað tykist eisini vera trupult á útivølli ímóti teimum næstbestu. Sunnudagin skal NSÍ spæla í Gøtu. NSÍ fer at smokka heilt niður ímillum í toppinum, um tað ikki eydnast at fáa fulla úrtøku í Gøtu.
EB/Streymur, B36 og HB eru heilt støðug. Einasti toppdysturin, sum er eftir í fyrsta triðinginum, verður, tá ið HB annað mánakvøld fer at fáa vitjan av EB/Streymi. Lítil ivi man vera um, at HB fer at vinna á Argjum sunnudagin, og at EB/Streymur fer at vinna á heimavølli ímóti VB/Sumba. Eftir tað verður talan um rættuliga mannfólkauppgerð í Gundadali um tíggju dagar.
Í hinum endanum á støðutalvuni eru AB og VB/Sumba illa stødd. Skála skifti venjaran, og síðani hava skálamenn við málmuninum 6-0 fingið níggju stig! Tað hava teir á Argjum og í Vági heilt víst lagt til merkis!