Fótbóltur: Bara trý lið vunnu sínar dystir í fyrsta umfari í 1. deild hjá monnum, og tvey teirra hittast tí í toppdysti í morgin. Tey eru HB, sum eisini í fjør var oddalið stóran part av kappingini, og TB, sum higartil sær út sum tað sterkasta av liðunum, ið kunnu flyta upp.
Tvey av hinum, ið kunnu sleppa upp, møtast á niðara vølli í Gundadali, tá FC Hoyvík tekur ímóti 07 Vestur, ið bæði tvey bara fingu javnleik í fyrsta umfari. KÍ, sum spældi javnt ímóti FC Hoyvík páskaaftan, skal hesa ferð spæla á útivølli ímóti uppflytarunum úr AB.
Hjá kvinnunum eru fimm dystir í morgin, tí lægru liðini spæla tveir steypadystir, umframt at fult umfar er í 1. deild hjá kvinnum. Har heldur KÍ væntandi fram við sigursrøðini ímóti Víkingi, meðan AB væntandi reisist aftur ímóti uppflytarunum úr MB.










