Fótbóltur
Vivian Alexander Anderson – ella – Viv Anderson er ein sonn hetja millum teir littu fótbóltsspælarnar í Onglandi. Hendan leiklutin staðfesti hann av sonnum tann 27. November í 1978, tá hann gjørdist fyrsti litti spælarin, sum var skrásettur fyri ein altjóða A-landsdyst fyri Ongland. Mótstøðuliðið hendan søguliga dagin fyri 30 árum síðani var eitt land, sum síðani er farið í tvíningar. Frá hesum degi varð hann undangongumaðurin fyri allar littar fótbóltsspælarar.
Sum verjuspælari spældi hann bæði sum høgru bakkur og í miðverjuni. Hann varð nógv virdur, sum ein framúr ”takklari”. Hann fekk skjótt kelinavnið ”eiturkoppurin” – vegna sín kropsburð, og háttin hann fór um bóltin á vøllinum.
Spældi við stórliðum
Viv Anderson spældi við nógvum stórum liðum. Yrkisleiðin hjá honum vardi, frá hann var 18 ára gamal í 1974, til hann var 39 ára gamal í 1995.
Árini 1974 til 1984 spældi hann við Nottingham Forrest, sum tá varð eitt satt stórlið í Onglandi. Hesi 10 árini spældi hann 328 dystir fyri Nottingham Forrest, og skoraði 15 mál.
Hann spældi við Arsenal, árini 1984 til 1987, har hann spældi 120 dystir, og skoraði 9 mál.
Frá 1987 og til 1991 spældi hann við Manchester United, har spældi hann 54 dystir og skoraði 3 mál.
Frá 1991 til 1993 spældi Viv Anderson við Sheffield Wednesday, sum var eitt rættiliga gott lið í Onglandi, tá á døgum. Anderson spældi 70 dystir, og skoraði 8 mál fyri Sheffield Wednesday.
Kappingarárið 1993-1994 gjørdist talan um 20 dystir, og 3 mál fyri Barnsley. Hetta kappingarárið varð hann spælandi venjari hjá Barnsley.
Endastøðin, sum yrkisspælari gjørdist Middlesbrough, kappingarárið 1994-1995. Hetta kappingarárið var 39 ára aldurin farin at merkjast. Talan gjørdist um tveir skrásettar dystir, og einki mál. Í einum tíggju-ára skeiði millum 1978 og 1988 spældi Viv Anderson 30 landsdystir fyri Ongland, og skoraði hann tvey mál fyri landsliðið.
Vann nógv
Tað var sum Nottingham Forrest spælari, at Viv Anderson vann mest.
Í 1978 vann enska meistaraheitið við Nottingham Forrest. Hann vann Liga Cup kappingina í 1978 og í 1979. Men tað mest minniliga vóru sigrarnir í Evropa Cup fyri meistaralið í 1979 og í 1980. Við Nottingham Forrest vann Anderson eisini Super Cup í 1980.
Sum Arsenal-spælari eydnast tað at vinna eitt heitið, og var tað sigurin í Liga Cup kappingini í 1987.
Viv Anderson var ikki á vøllinum til finalurnar hjá Manchester United, og vann hann einki heiti har. Við Sheffield Wednesday varð Viv Anderson við til at tapa bæði FA Cup og Liga Cup finaluna í 1993. Í báðum førum tapti Sheffield Wednesday ímóti Arsenal í finaluni.
Anderson var føddur í Nottingham tann 29. November í 1956. Foreldrini vóru frá vestindisku oyggjunum. Tann ungi Viv treivst væl í skúlanum, og serliga í ítrótti gjørdi hann vart við seg. Ígjøgnum skúlaárini spældi hann nógvar dystir í skúla og sunnudags-liguni. Sunnudagsligan er ein amatørliga, sum hevur sínar lokalu deildir kring alt Ongland. Í sínum uppvøkstri varð Anderson Manchester United-viðhaldsmaður.
United segði nei
Tá Viv Anderson var 15 ára gamal, bar Manchester United eyga við stóra talentið hjá honum, og teir bjóðaðu honum eina royndarvenjing. Men Anderson vildi fyrst gera skúlan lidnan fyrst.
Tá hann so segði seg verða kláran til eina royndarvenjing, fekk hann eitt noktandi svar frá Manchester United. Lítið visti hann tá, at mong ár seinni skuldi hann spæla við Manchester United. Anderson var sera vónbrotin, og hann fekk sær eitt arbeiðið á einari lokalari prentsmiðju.
Hann hevði næstan uppgivið eina yrkisleið í fótbólti, tá Nottingham Forrest bar eyga við hann, og góvu honum møguleikan við einari royndarvenjing. Partarnir funnu hvønn annan, og tað komu hvørki Nottingham Forrest ella Viv Anderson at angra. Viv Anderson gjørdist partur av tí mest vinnandi liðnum hjá Nottingham Forrest nakrantíð, og enn tann dag, er hann ein spælari, sum framvegis er høgt í metum hjá Forrest-viðhaldsfólkum. Viðhaldsfólkin vóru bergtikin av honum, og í 1997 atkvøddu 97% av fjepparanum fyri Viv Anderson, sum tí besta høgra bakkinum hjá Nottingham Forrest í søgu felagsins.
Í 1984 varð Viv Anderson seldur til Arsenal fyri 222.000 bretsk pund, sum var nógv fyri ein fótbóltsspælara, tá á døgum. Árini í Arsenal gjørdist hann ein sannur lærimeistari, fyri tann seinni legendariska Tony Adams. Viðhaldsfólkini hjá Arsenal harmaðust, at hann skifti felag, og fór til Manchester United í 1987, og gjørdist fyrsti spælarin, sum Alex Ferguson keypti. Barnadreymurin at sleppa at spæla við Manchester United, varð loksins rokkin. Í 1999 fekk Viv Anderson enska riddarakrossin fyri sínar tænastur fyri enskan fótbólt.
Í 2003 lat Viv Anderson upp eina framsýning um Arthur Wharton, sum var tann fyrsti litti yrkisspælarin nakrantíð. Ein heiður frá einum undangongumanni til ein annan.










