Á altjóða bilaframsýningini í Geneve í mars verða nógvar nýggjheitir sýndar fram. Ein av hesum er Seat Ateca, sum er fyrsti SUV hjá Seat.
Seat hava í fleiri ár arbeitt við einum SUV. Á framsýningini í Geneve í fjør var Seat 20V20 sýndur fram sum konseptbilur. Nú er bilurin endaliga liðugur og hevur fingið navnið Ateca. Hann er uppkallaður eftir sponsku bygdini Ateca, sum er í vestara parti av Zaragoza.
Ateca er teknaður eftir nýggjasta designstílinum hjá Seat. Bilurin er stórur og rúmligur við góðum plássi til fimm vaksin fólk, og viðførisrúmið er heilar 510 litrar.
Ateca fæst bæði við TSI-bensinmotorum og TDI-dieselmotorum, eins og hann verður at fáa sum forhjólsdrivin og sum 4x4. Bilurin er sum standard sera tryggur og tøkniliga væl útgjørdur. Seat Ateca kemur á danska marknaðin í summar.