Á bilaframsýningini í Geneve verður nýggi Alfa Romeo Stelvio frumsýndur í Evropa.
Stelvio er eitt nýtt alternativ hjá teimum, sum ynskja sær ein eksklusivan og sportsligan SUV.
Bilurin fæst í fleiri útgávum hvat útgerð viðvíkur: Stelvio Super, Stelvio Business og Stelvio Edition. Flottasta útgávan er Stelvio Quadrifoglio við V6-motori og 510 hk.
Annars fæst Stelvio við 2,0-litra bensinmotori við 280 hk og 2,2-litra diesel við 210 hk. Báðar útgávurnar hava 8-trins automatgear sum standard.
Stelvio er ein ektaður Alfa Romeo við sportsligum koyrieginleikum. Hann er 4.69 m langur, 1.90 m breiður og 1.67 m høgur. Aksilfrástøðan er 2.82 m. Alfa Romeo Stelvio kemur á marknaðin í vár.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/










