Fyrsti studenturin krýndur

Ein varði á lívsleiðini. Faðirin ynskir soninum tillukku við seinastu próvtøkuni á Studentaskúlanum í Hoydølum

Tað brestur fyri nev uppi í Hoydølum?

Í lýggja vestanlotinum í Tórshavn, gjáramorgunin, hin 17. juni, varð fyrsta pisan klakt. Meðan Merkið og stolta íslendska flaggið longu blaktraðu fyri tjóðardegi íslendinga við skipasmiðjuna hjá íslendska konsulinum, Poul Mohr, bíðaðu ungdómarnir uppi í Hoydølum enn eftir seinasta próvtalinum hjá studentunum.

Eitt korter til tíggju vóru fyrstu fløggini hevjað, tí tá kom Rólant í Skorðuni umsíðir brosandi út úr próvtøkuhølinum við einum gyltum 10-tali fyri avrik Janusar Brix Andreasen. Fyrsti studenturin fekk eitt ordans klemm frá fegna læraranum, ið eisini slapp at krýna hendan hárfagra ungling.

Stillsinti Janus Brix Andreasen var stak væl nøgdur við próvtøkuna. Seinasta lærugreinin var átrúnaður. Ein prædika hjá Martin Luther skuldi endavendast, og hevði týski reformisturin livað, hevði hann neyvan havt nakað at lastað Janusi, ið umframt at vera kønur í átrúnaði, kann vísa á sítt meðaltal, ið táttar í 10?

Fyri fyrst fara Janus og tey at hátíðarhalda dagin við døgurða heima, men Janus væntar, at hann og aðrar klaktar pisur fara at sleppa sær norður til Hósvíkar at halda Sundalagsstevnu.