Fyrsti stórdysturin

Hóast kappingarárið enn er ungt, so verður longu leygardagin møguleiki at síggja klassikaran millum mansliðini hjá Kyndli og VÍF



Hondbóltur


Spenningurin er kanska ikki heilt tann sami nú, sum hann vónandi verður seinni á kappingarárinum. Men kortini munnu tað vera mong hondbóltsáhugað, sum gleða seg til fyrsta samanbrestin millum mansliðini hjá Kyndli og VÍF. Umframt at vera klassiskarin í føroyskum hondbólti, er talan eisini um meistaraliðini frá teimum báðum seinastu árunum, sum tørna saman, og í so máta kann dysturin fara at geva eina góða ábending um, hvussu tey bæði liðini eru fyri í nýggja kappingarárinum.
                      Tveir aðrir dystir verða eisini í manskappingini um vikuskiftið. StÍF skal annað vikuskiftið á rað til Havnar, og hesa ferð er tað í Hoyvíkarhøllini, at teir skulu royna seg. Somuleiðis skal Neistin spæla í Hoyvíkarhøllini, sum enn er heimavøllur hjá KÍF. Tann dysturin skuldi longu spælast fríggjakvøldið.
 
Styrkisroynd í Vági
Hjá kvinnunum er eingin ivi um, at mest spennandi dysturin tykist vera tann í Vági. Har taka meistararnir úr VB móti Neistanum, sum í ár tykist vera ein av avbjóðarunum til gullið, og so er spurningurin, hvussu tann styrkisroyndin fer at fella út.
                      Eisini í Havn tykist talan gerast um spennandi uppgerð, tá VÍF vitjar Kyndil. Tey flestu munnu rokna við, at tað verður annað av hesum, sum fer at sníkja seg við í endaspælið, og í so máta er eisini talan um áhugaverda styrkisroynd her.
                      Á Giljanesi skal StÍF á vitjan, og er hetta ein dystur millum tvey av liðunum, sum hava meldað út, at tað í ár skal roynast við lokalu kreftunum, og loksins skal Stjørnan á vitjan í Runavík.