Sosialurin hevur sjálvur havt fleiri prentsmiðjur. Longu tá fyrsta útgávan av Sosialinum kom 24. mai í 1927, varð blaðið prentað á egnari prentsmiðju, sum var í kjallaranum í Losjuni við Tinghúsvegin í Havn. Og soleiðis hevur verið flestu árini.
Í mong ár varð blaðið prentað á prentsmiðjuni á Heygsbreyt í Havn. Men fyri ta tíð varð blaðið prentað á prentsmiðjuni hjá Betuhel Jensen í Jónas Broncksgøtu, og seinni aftur hjá Arnold Øster longri niðri í Jónas Broncksgøtu til tað í 1950 varð prentað á prentsmiðjuni á Heygsbreyt í Rabarbukvarterinum í Havn.
##med2##
Eitt skifti í sjeytiárunum frá 1974 til 1981 var blaðið prentað á prentsmiðjuni hjá Dimmalætting í Erling Jalsgøtu í Havn. Men 6. mars í 1982 hevði Sosialurin aftur sína egnu prentsmiðju, sum tá var á Argjum.
26. juni í 2000 løgdu Dimmalætting og Sosialurin prentsmiðjurnar saman í Prentmiðstøðina, sum síðani hevur verið einasta blaðprentsmiðja í Føroyum.
##med3##
Í 169 ár hava vit prentað bløð í Føroyum. Men hetta tíðarskeiðið er nú søga – men hóast tað, so kemur Sosialurin út á sama hátt og til somu tíð sum áður.