Eitt av afturvendandi tiltøkunum hjá Ferðslutrygd hevur verið at givið børnunum keppar, sum er reyðir, gulir og grønir. Hetta verður aftur gjørt í ár, og tað er Mjólkarvirkið, sum letur húgvurnar. Hetta verður gjørt fyri at bilførarar skulu kenna børnini aftur.
Ferðslutrygd letur eisini foreldrum at børnum í fyrsta flokki ein faldara, sum skal hjálpa foreldrunum at vegleiða børnini í ferðsluni.
Í sjónvarpinum verða lýsingar sendar, sum skal minna bilførarar á børnini, sum nú fyri fyrstu ferð skulu royna seg á egnum beinum í ferðsluni.
Jón Kragesteen heldur tað vera umráðandi at vísa á fyrsta floks børnini, tí tey ongar royndir hava í ferðsluni, nú tey skulu í skúla.
Ferðslutrygd hevur í tí sambandi kannað munin millum at koyra 30 og 50 km/t. Tá ið koyrt verður 30 km/t er møguligt at steðga fyri einum barni, sum er 13 metrar burturfrá, men um koyrt verður 50 km/t rennir tú á barnið uttan at hava nomið við bremsuna.