Fyrsti sjálvstýristingmaður í Suðuroy í 83 ár

Nú Kristin Michelsen varð valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin er tað fyrstu ferð síðani 1936, at Sjálvstýrisflokkurin fær mann valdan í Suðuroy.

Á løgtingsvalinum 28. januar í 1936 var Edward Mitens seinastu ferð valdur á ting fyri Suðuroyar valdømi. Tá fekk Sjálvstýrisflokkurin 251 atkvøður í Suðuroynni og ein tingmann valdan í valdøminum.

Edward Mitens varð fyrstu ferð valdur á ting á løgtingsvalinum í 1916. Tá var hann sjálvur annar tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í Suðuroy.

Hesaferð varð framgongdin hjá Sjálvstýrinum á Tvøroyri 15,9 prosentstig. Flokkurin hevði á valinum í 2015 12 atvkøður á Tvøroyri. Hesaferð fekk flokkurin 200 atkvøður, og av teimum fekk Kristin Michelsen persnólga 198 av teimum.