Hetta gjørdist ein dagur at minnast hjá landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen.
Fyrr í dag var tað staðfest, at hann, ið hvussu er tvey tey komandi kappingarárini skal spæla við Skövde í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Og í kvøld fekk Pauli fyrsta sigurin við Sandnes í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Sandnes vann á heimavølli ein sera týðandi 29-23 sigur á Horten. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.
Pauli bjargaði seks av 28 málroyndum. Millum bjargingarnar hjá Paula var ein brotskastsbjarging.
Við sigrinum lyfti Sandnes seg av aftasta plássinum. Sandnes er næstaftast í deildini við 10 stigum. Sandnes, Bækkelaget og Horten hava øll 10 stig. Tey hava bert tvey stig upp til Kristiansand á fjórðaftasta plássinum, og trý stig upp til Follo og Fjellhammer. So tað er tætt millum liðini.
Sunnudagin klokkan 17 spælir Sandnes dyst á útivølli móti Bergen.











