Fyrsti sigurin til StÍF

Strandakvinnur vunnu sín fyrsta sigur leygardagin, og við hesum gjørdist javnstøðan í botninum fullkomin

 

Hóast StÍF enn átti fyrsta stigið í ár til góðar, tá tær leygardagin vitjaðu í Havn, mundu vónirnar hjá strandakvinnum vera so hampuliga undan dystinum.

Kyndil hevur ikki fingið tey bestu úrslitini higartil í ár, og tá tað so eisini var greitt, at Annika Ljósstein undir ongum umstøðum kundi spæla, gjørdust vánirnar hjá botnliðnum heldur betri, og tær mundu ikki versna av, at hvørki Ann Hansen ella Marita Hermansen í løtuna hava stundir til at gera nóg nógv við venjingina, og tískil ikki vóru á Kyndilsliðnum.

 

Tað var eisini StÍF, sum kom betri frá byrjanini av dystinum, men eftir at Kyndil hevði nýtt fyrstu løtuna til at fáa skil á spælinum, komu tær á heimaliðnum alt betri við. Álopsparturin riggaði so hampuliga væl, og tá so skilið á verjuspælinum ikki var av tí besta hjá nøkrum av pørtunum, gekst bara heilt væl í hond hjá Kyndli at skjóta málini, sum skuldu til, fyri at leggja gestirnar aftur um seg.

Ikki minst tóktist Lotte Sørensen vera væl uppløgd, og umframt at hon sjálv skeyt hópin av málum, so hevði hon eisini fleiri góðar fríspælingar til liðfelagarnar, sum soleiðis eisini sluppu upp í part í málskjótingini.

 

Mansverja munaði

Hjá StÍF vóru tað serliga tær báðar útlendsku, sum gjørdu nógv um seg fyrstu løtuna, og seinasta partin av fyrra hálvleiki fór Kyndil tí undir mansverju av Ileanu Manolescu, og frá byrjan av seinna hálvleiki fór hendan mansverjan eisini at umfata Alinia Oluru.

Munurin ímillum seinna og fyrra hálvleik var tó tann, at meðan tað riggaði væl at taka aðra av teimum útlendsku úr spælinum, so riggaði tað minni væl við báðum, og tá so StÍF eisini fór undir at mansverja Lotte Sørensen, tók dysturin av álvara at venda.

Kyndil fór aftur til eina mansverju og at spæla fimm ímóti fimm, men meðan StÍF spakuliga fann út av, hvussu tær skuldu spæla uttan Ileanu, fann Kyndil ongan tíð heilt útav, hvussu leikast skuldi uttan Lotte. At Lotte so eisini varð somikið passiv undir mansverjuni, at hon stillaði seg heilt afturi hjá egnum málverja, bar bara enn størri fyrimun til StÍF við sær, og í løtum var tað nærum soleiðis, at gestirnir vardu seks ímóti fimm.

Fyrstu góðu løtuna av seinna hálvleiki eydnaðist sostatt StÍF at fara frá 10-13 til 17-15, og hóast Kyndil megnaði at svara aftur ta einu ferðina, so tóktist hetta takið somikið tungt, at tær grønu ikki høvdu stórvegis at bjóða upp á eftir hetta.

Gestirnir hildu stútt fast um leiðsluna, og tað var ikki fyrr enn í allar seinasta minuttinum, at Kyndil royndi at seta ferð á tá tær høvdu bóltin og fara út at jagstra gestirnar, tá hesar høvdu hann, men tá var ov seint. Gestirnir høvdu tá vunnið seg fýra mál framum, so har gjørdist einki.

 

Botnstríðið

Sigurin hjá StÍF merkti, at tað nú aftur er púra javnt í botninum, har Sóljan, StÍF og Kyndil hava vunnið hvør sin dyst. Serstakliga hjá Kyndli man hesin leiklutur kennast lítið hugaligur, men sum støðan er í løtuni, so fær Kyndil ikki gjørt stórvegis við hetta.

Breiddin í hópinum er ov lítil til, at liðið kann standa nóg sterkt ígjøgnum ein heilan dyst - og tíansheldur eina heila kapping - og tá so stuðulsleikarar nú eisini tykjast at fella frá, skulu tær grønu bert hava eitt í huganum, og tað er at halda lív í tilveruni í bestu deildini. Tað eigur liðið eisini at vera nóg sterkt til, men leygardagin sást tó lítið til hetta.

Hjá StÍF mundi tað kennast ikki sørt hugagott, at tær soleiðis vunnu sær fyrstu stigini á árinum. Móti Sóljuni sá annars út til, at strandakvinnurnar einki høvdu at gera i bestu deildini, men hesum fingu tær so afturvíst hesaferð.

Verður hugt at liðnum sum heild, so er heldur einki at ivast í, at liðið hevur møguleikar at standa seg í deildini. Sjálvandi eru tær báðar útlendsku størstu álitini, men at aðrar eisini kundu gera um seg, var ikki minst Sunfríð eitt gott dømi um.

Tað er tó einki at ivast í, at StÍF man iðra seg um, at fleiri av stinnastu hondbóltsleikarunum áv Skálafjørðinum nú eru at síggja í øðrum feløgum. Hevði liðið umframt núverandi hópin eisini havt Sóley Mikkelsen, Alis Høghamar og Palmu Petersen, hevði støðan helst verið ein heilt onnur. Hinvegin ber ikki til at nýta tær, sum ikki eru til staðar, so StÍF má standa seg við teimum, sum eftir eru, og tær kunnu hóast alt vísa seg at gerast hampuliga stinnar.

 

Dysturin í tølum:

Kyndil-StÍF 21-24 (13-10)

Málskjúttar:

Kyndil: Laila Jespersen 6, Lotte Sørensen 5, Ann Mari Wang 3, Palma Petersen 3, Anja Johannesen 3(1), Erla Smith 1

StÍF: Sunfríð B. Jacobsen 6(2), Alina Oluru 5, Ileana Manolescu 4, Anna Maria Bærentsen 4, Guðrun Ólavsdóttir 3, Marita Hansen 1, Bjørg Mikkelsen 1

Brotskøst: Kyndil 3, StÍF 4

Útvísingar: Kyndil 6, StÍF 6

Dómarar úr Neistanum: Hjalmar & Kristian. Høvdu ein hampuligan lættan dyst, sum teir ikki gjørdu stórvegis hóvasták burturúr.