TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham aftaná Heðin sá sínar menn vinna 2-0 á Skála á útivølli í dag.
Talan er um fyrsta sigurin hjá EB/Streymi síðani 3. umfar, tá EB/Streymur vann 3-0 á 07 Vestur í Sørvági. Aftaná tann dystin hevur talan verið um fimm tap og fýra javnleikir. Tí kom tað sera væl við hjá Heðini Askham at fáa sigurin í dag, sum hann undirstrikar er meira týdningarmikil enn fólk geva sær far um.
Nú hevur EB/Streymur 07 Vestur á heimavølli um 14 dagar, og kann tá veruliga lyfta seg frá botninum, men Heðin Askham sigur seg verða greiðan yvir, at tað er ofta ímóti teimum lægri liðunum, at EB/Streymur kiksar, men teir ætla sær avgjørt at fáa fjórða sigurin í ár til høldar ímóti 07 Vestur.
Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein hoyrist HER