Formuladeildin
At tað var heimaliðið sjálvt, sum syrgdi fyri, at teir ikki fingu meiri burtur úr dystinum, er einki at ivast í. Sundalagsmenn høvdu júst javnað til 1-1 og sett seg á dystin, tá ið teir fingu eitt fullkomiliga óneyðugt, men rættvíst dømt, reytt kort, og tað kostaði dýrt.
Uppiborin hálvleiksleiðsla
Sum so nógva aðrastaðnis í landinum vóru líkindini at spæla fótbólt ikki av teimum bestu á Mølini sunnudagin, og hetta sást eisini aftur á áskoðaratalinum, sum ikki var tað heilt stóra. Men teir staðkendu søgdu frá betri veðri, so hvørt sum dysturin leið, og teir fingu eisini rætt.
Tað vóru gestirnir úr Havn, sum høvdu munin í fyrra hálvleiki. B36 var meiri málsøki í sínum spæla, enn hvat heimaliðið var, og havnarmenninir vóru væl vandamiklari enn vertirnir.
Spælið hjá EB/Streymi fyri steðgin var einki serligt at reypa av, og tað tóktist ógvuliga meiningsleyst, at teir ferð aftaná ferð lossaðu bóltarnar úr verjuni fram eftir vøllinum. Í nógva vindinum, sum var sunnudagin, endaðu hesir bóltar at kalla hvørja ferð uttan fyri vøllin ella hjá Jákupi Mikkelsen í B36-málinum.
Tað var um reppið, at B36 legði seg á odda, tá ið eitt gott korter var leikt av fyrra hálvleiki. Eftir upspæl úr vinstra borði endaði bólturin fyri føturnar á Fróða Benjaminsen, men hóast landsliðsmaðurin var púra leysur, fekk René Tórgarð í málinum hjá heimaliðnum vart fyri hegnisliga.
Tað skuldi tó ganga nærum ein heilur hálvleikur, áðrenn tað at enda eydnaðist at fáa hol á. B36 fekk fríspark í vinstru síðu, sum Allan Mørkøre var settur at skjóta. Veteranurin sendi bóltin innfyri, har vindurin fekk fatur á honum, so at bólturin snaraði heilt inn móti málinum. Har brast bólturin í tvørstongina og so út frá aftur, har Óbi við rygginum móti málinum tveitti seg afturav og saksasparkaði bóltin í netið til 1-0. Eitt gott, men tilvildarligt mál.
At B36 legði seg á odda beint fyri steðgin var ikki óuppiborið, tí teir høvdu havt munin, og René Tórgarð hevði nógv meiri at gera fyri steðgin, enn hvat Jákup Mikkelsen hevði í hinum endanum.
Avgerandi løta
Beinan vegin í seinna hálvleiki sást, at heimaliðið hevði tikið sær um reiggj, og tað gekk ikki long tíð, áðrenn teir fingu løn fyri ómakin. Staddur nakað beint innan fyri brotsteigarmarkið nakað úti í vinstru fekk Sorin Anghel við rygginum móti málinum ein bólt, og hóast hann var hart kroystur av einum verjuleikara, eydnaðist tað rumenanum at venda sær og senda bóltin framvið Jákup Mikkelsen til 1-1. Hesa løtuna var tað EB/Streymur, sum sat á tí mesta, og bert nakrar fáar minuttir seinni vóru teir um reppið at taka leiðsluna, men tað álopið endaði ístaðin við, at sundalagsmenn mistu ein mann.
Eftir ein deyðbólt bleiv bólturin skallaður móti málinum hjá B36, og á sjálvari málstrikuni stóð liðskiparin, Pól Thorsteinsson, og vardi fyri. Teir á heimaliðnum vildu verða, at Pól vardi við hondini, men dómarin, Dagfinn Olsen, lat ikki við seg koma. Eftir at Pól hevði vart fyri, datt bólturin fyri føturnar á Sonna L. Petersen, men hóast hann var staddur bert einar fimm metrar frá málinum, sendi rituvíkingurin væl uppum.
Spælararnir hjá EB/Streymi mótmæltu harðliga, at brotsspark ikki var dømt, og hóast Andrej Pacek fekk eitt gult kort fyri at blíva við at mótmæla, so helt hann fram, og Dagfinn Olsen hevði ongan annan møguleika enn at vísa pólverjan av vøllinum. Hevði EB/Streymur skorað í tí álopinum og ikki fingi Pacek útvístan, so høvdu teir havt góðan møguleika at vinna dystin, men lagnan vildi tað øðrvísi.
Hóast EB/Streymur nú hevði ein mann minni enn B36, so vóru tað framvegis teir á heimaliðnum, sum komu til teir størstu møguleikarnar. Men so líðandi fekk B36 fótað sær aftur, og tað gav eisini úrslit stutt fyri leiklok.
Fróði Benjaminsen gjørdist leysur í brotsteiginum hjá heimaliðnum, og tá hann skuldi skjóta bóltin í netið, bleiv hann koyrdur um koll, og so var brotsspark til gestirnar. Tað setti Allan Mørkøre trygt í netið til 2-1.
Heimaliðið royndi at trýsta síðstu løtuna, men tað eydnaðist teimum ikki, og eftir at B36 hevði lagt seg á odda 2-1, var sigurin hjá havnarmonnunum ongantíð í vanda.
Í yvirtíðini fekk heimaliðið enn ein mann riknan av vølli, tá ið Ronnie Samuelsen, sum hevur styrkt munandi um miðvøllin hjá sundalagsmonnum, fekk sítt næsta gula kort. Seinna gula kortið hjá Ronnie var kanska eitt sindur tunt, men hinvegin átti Ronnie ivaleyst eitt beinleiðis reytt beint frammanundan.
Við sigrinum legði B36 seg á odda í Formuladeildini, men oddasessin kunnu teir skjótt missa aftur til Skála, sum ikki fekk spælt sín dyst í Runavík móti NSÍ. Vinnur Skála útsetta dystin, eru teir aftur oddalið.