Wales vann sín fyrstu sigur í einum EM-endaspæli, tá teir fyri løtu síðani vunnu 2-1 á Slovakia.
Gareth Bale gjørdist søguligur, tá hann skoraði fyrsta málið hjá Wales í einum EM-endaspæli, tá hann legði Wales á odda aftaná 10 minuttirs spæl við einum góðum frísparksmáli. Wales var samanlagt betra liðið í fyrra hálvleiki, har serliga Aaron Ramsey og Gareth Bale vóru sjónligir.
Slovakia javnaði tá ein tími var farin, tá innskifti Ondrej Duda skoraði beinavegin aftaná hann var komin á vøllin. Eftir hetta hevði Slovakia málmøguleikar til at leggja seg á odda, men tað gjørdist Wales, sum legði seg á odda 2-1 og fór avstað við øllum. Innskifti Hal Robson-Kanu, sum hevur spælt við Reading, og nú er uttan sáttmála bleiv spældur fríur av Aaron Ramsey við brotsteigarmarkið hjá Slovakia, og Hal Robson-Kanu tók av og beindi bóltin í málið, og bøtti samstundis um sínar møguleikar at fáa ein sáttmála, sum yrkisspælari.
Klokkan 20 spæla Ongland og Russland í sama bólki í dysti, sum verður leiktur í Marseilles. Dysturin sæst á KVF og á DR1.