Fyrsti sigurin hjá KÍ síðani 19. august

(FM1) Jóannes Bjartalíð fegnast um, at KÍ er komið á sigursslóðina aftur

KÍ hevur havt tað tungt seinastu vikurnar við trimum tapum og einum javnleiki í fýra dystum, men í dag bragdaði aftur tá KÍ vann 3-0 á AB við Djúpumýru norðuri í Klaksvík.

 

Úrslitið merkir, at KÍ hevur gott og væl tryggjað sær pláss í Europa League komandi summar, tí KÍ er níggju stig frammanfyri Víking nú bert níggju stig eru eftir at spæla um.

 

Jóannes Bjartalíð sigur, at tað er ein stórur lætti hjá honum og liðfeløgunum at hava brotið óndu ringrásina, og nú fara teir eftir at røkka so høgt á stigatalvuni sum til ber.

 

Fyri Jóannes og liðfelagarnar hevði tað stóran týdning, at teir koma á odda ímóti AB áðrenn ein minuttur var farin av dystinum, og tað legði góðan botn fyri avrikinum í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við Jóannes Bjartalíð. 

 

HERber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Heðin Stenberg.