Fyrsti ósigurin hjá Andrew í ár

Týskvøldið leikti Andrew av Fløtum og Fremad Amager venjingardyst móti HIK, og HIK vann dystin 2-0.

Tað hevur gingið sera væl hjá Fremad Amager og Andrew av Fløtum í venjingardystunum higartil í ár, men týskvøldið noyddist Fremad Amager fyri fyrstu ferð í ár at lúta í einum venjingardysti. Mótstøðuliðið var HIK, sum eins og Fremad Amager spælir í næstfremstu donsku deildini, og HIK vann dystin 2-0.

Andrew fekk fulla tíð
Føroyski landsliðsframherjin var við í álopinum hjá Fremad Amager frá fyrsta bríksli, og hann var á vøllinum allar 90 minuttirnar.
HIK avgjørdi dystin beint fyri hálvleik og beint eftir steðgin. Teir løgdu seg á odda tríggjar minuttir fyri hálvleik, og síðani øktu teir til 2-0 tríggjar minuttir eftir steðgin.
Næsti venjingardysturin hjá Fremad Amager verður leygardagin, tá ið teir skulu spæla móti AB, sum eisini spælir í næstfremstu deildini.