Fyrsti sigurin hjá AB

Teir næstbestu hjá AB fingu sín fyrsta sigur, og síni fyrstu stig í 1. deild í dag.

 

AB vann stórsigur 4-1 á Víkingi úti í Vika á Argjum í dag. Per Gregersen legði annars Víking á odda, tá 40 minuttir vóru farnir, men beint áðrenn steðgin javnaði Fróði Stenberg fyri AB.

 

Ì seinna hálvleiki koyrdi tað, sum eftir ánni hjá AB. Tá 52 minuttir vóru farnir legði Tummas Justinussen AB á odda 2-1. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin økti Jónas Stenberg til 3-1, og løtu seinni staðfesti Fabrice sigurin. AB hevur 3 stig fyri 4 dystir, meðan Víkingur hevur 7 stig, sama stigatal, sum uppflytingarkandidatarnir, TB og KÍ.

 

AB-Víkingur 4-1 (1-1)

 

0-1 Per Gregersen (40.)

1-1 Fróði Stenberg (44.)

2-1 Tummas Justinussen (52.)

3-1 Jónas Stenberg (68.)

4-1 Fabrice (72.)