Fyrsti sigurin í heimasjógvi í 13 ár

6-MANNAFØR KVINNUR: Eftir at hava verið eina bátslongd aftanfyri fyri tveimum vikum síðani, so var Hvessingur hesa ferð eina bátslongd frammanfyri Gongurólv

Kvinnurnar í Hvalvík/Streymnesi lótu ongan iva vera, tá ið tær leygardagin kappaðust í Hósvík á Sundalagsstevnu, sum jú eisini er stevnan hjá teimum í Hvalvík og Streymnesi.
Sigurin var kærkomin, tí hetta var fyrsta ferðin síðani 1998, at Hvessingur við kvinnumanning hevur vunnið á Sundalagsstevnu. Ta ferðina varð kappast í Hvalvík. Hvessingur hevur ikki vunnið í Hósvík síðani 1996 ella fyri fimtan árum síðani.
Á fyrstu metrunum fóru Hvessingur og Gongurólvur skúmandi stavn um stavn, men tá ið startspurturin var av, legði Hvessingur seg á odda, og síðani hugdu tær úr Sundalagnum ongantíð aftur um seg.
Tølini siga, at talan var um heilt øðrvísi kapping hesa ferð, enn tað var í fyrsta FM róðrinum í ár: Á Norðoyastevnu vann Gongurólvur við trimum sekundum aftur til Hvessing, og hesa ferð var Hvessingur tvey sekund frammanfyri Gongurólv.
Á Norðoyastevnu var Jarnbardur níggju sekund aftanfyri Hvessing, og hesa ferð var Jarnbardur átjan sekund aftanfyri Gongurólv.
Í fjør var Hvessingur næstfremstur fýra tær fyrstu ferðirnar, áðrenn tað eydnaðist at vinna tvær ferðir. Leygardagin varð fyrsti sigurin í ár vunnin longu í aðru royndini. Gongurólvur róði fyri fyrstu ferð á Norðoyastevnu, tá ið tær í Havnar Róðrarfelag vunnu lutfalsliga tryggan sigur. Leygardagin fæst á Trongisvágsfirði at síggja, um Gongurólvur verður førur fyri at svara aftur, ella um Hvessingur rættuliga er komin fyri seg. Í FM kappingini liggja hesir báðir – Gongurólvur og Hvessingur – stavn um stavn.

1 Hvessingur 05:34.14
2 Gongurólvur 05:36.16
3 Jarnbardur 05:54.06
4 Páll Fangi 06:04.14

Støðan
1 Gongurólvur 13
2 Hvessingur 13
3 Jarnbardur 10
4 Páll Fangi 4
5 Herningur 4