Fleyrliðið, ið er styrkt við leikarum úr Fram, sum hevur tikið Meistaradeildsliðið úr kappingini, vann heldur óvæntað á oddaliðnum SÍ, um vikuskiftið.
Roknað varð við at hetta varð góður styrkur, men at teir beinleiðis skuldu fara at vinna móti oddaliðnum, var ikki roknað við. Sum skilst raktu SÍ ikki dagin, og var tað kanska heppið, at ávaringin kom frá Fleyr. Í løtuni telja tap móti ÍF og Mjølnir dupult, tí tey eru so ómetaliga jøvn í oddinum.
Fleyr trýr uppá møguleikan
Við sigrunum í dag eru Fleyr bert 3 stig aftanfyri oddaliðið SÍ og so avgjørt kandidatar til oddastríðið um FM. Stigini eru hálveraði, og tá Fleyr onki stig hevði, so mistu teir heldur onki. So sigast kann at øll kappingin er víðopin aftur.
Fleyr fekk styrk frá Fram herfyri, tá hesir tóku lið sítt úr kappingini. Sigmund av Teigum, Jens Heri Bolstad Mortensen og Suni Juul Petersen, eru teir umtalaðu, og teir vóru veruliga við til at lyfta spælið upp í eina hægri eind.
- Vit hava fingið styrk úr Fram, og teir pressaðu sum óðir, og hetta fekk allar at pressa, og spælið gjørdist av tí sama sera trupult hjá gestunum úr SÍ, sigur Høgni Viderø, ein av styrkunum á Fleyr liðnum.
- Vit ætla okkum at spæla okkara møguleika fult út, og tann næsti dysturin fer longu at vísa, hvar vit flóta á styrkislistanum, sigur Høgni og leggur afturat at teir trúgva uppá, at teir megna at vinna teir dystir, ið eftir eru, og at teir harvið koma at liggja væl fyri á stigatalvuni, tá árið er av.
Næsti dysturin hjá Fleyr er á útivølli móti Mjølnir, og har fáa teir veruliga møguleikan at vísa, hvør styrkur er í teimum.
Vágaliðini gjørdu bart
Bæði vágaliðini vunnu sínar dystir í Meistaradeildini hjá kvinnum um vikuskiftið. Dráttur basti ÍF 3-2 og hjá SÍ vóru Fleyr á vitjan. Úrslitini hava við sær at SÍ halda fastari um oddasessin.
SÍ valdu at leika dystin móti Fleyr við eykaliðnum. Frá byrjan vóru bara Karin og Unn úr byrjunarupstillingini. Fyrsta settið gekk rímuliga javnt, tó høvdu SÍ munin alt settið og vunnu við fimm stigum 25-20. Hóast nógvar útskiftingar í næsta settið megnaði Fleyr ikki at fóta sær. Her varð tapið hjá ungu fleyrgentunum heili 25-05.
Triðja sett koppaði Fleyrvegin. Við støðun 22-22 royna Sørvágskvinnur at bjarga settinum, men lítið hjálpur, og tað vera SÍ sum vinna settið 23-25.
Skjótt er at dovna, tá mótstøðan er so sum so, men hvønn veg dysturin fór var vist fyri øllum. Fyri at binda um seinnu helvt av fjórða setti, kemur styrkur inn á banan. Nú er ongin slingur í valsinum. Helga servar SÍ trygt frammum, og við hennara einasta uppleggi til smash, dundrar hon bóltin í gólvið. Sett og match. 25-22.