Fyrsti ósigur til Juventus

Juventus rendi seg í sín fyrsta ósgiur í næstbestu deildini í Italia, tá teir møttu Mantova á útivølli. Úrslitið gjørdist 1-0 til Mantova, og hetta var ikki bert fyrsta tapið hjá Juventus. Hetta var eisini fyrstu ferð í hesum kappingarárinm, at Juventus mátti fara av vøllinum uttan at hava skotið nakað mál. Tapið ber við sær, at Juventus er dottið niður á 6. pláss í Seriu B, har Mantova við sigrinum fór fram við stórfelagnum.