Hvørki av liðunum hevði vunnið nakran dyst undan hesum dystinum, og tí var týdningarmikið hjá báðum at fáa ein sigur. Tað var tó AaB, sum vann dystin 2-0. Í fyrra hálvleiki legði Andreas Johansson AaB á odda, og tá eitt gott korter var eftir at leika, skoraði Rade Prica til endaliga úrslitið 2-0. Sostatt fekk AaB sín fyrsta sigur í ár.










