Fyrsti sigur í meiri enn eitt hálvt ár

1. DEILD: EB/Streymur segði farvæl við heimasigri ímóti B68, sum eisini flytur niður

11. apríl vann EB/Streymur í 1. deild 1-0 á heimavølli ímóti HB. Tað var í 2. umfari. Síðani tá og inntil dagsins heimadyst ímóti B68 var tað ongantíð aftur eydnast EB/Streymi at vinna fulla úrtøku.

 

Tí er tað langt síðani greitt, at næstbesta liðið hjá EB/Streymi eftir eitt ár í 1. deild aftur í 2024 fer at spæla í 2. deild.

 

Mótstøðuliðið í dag var B68, sum saman við EB/Streymi flutti upp fyri einum ári síðani. Tað eru nakrar vikur síðani, at tað var greitt, at eisini B68 fer at flyta niður. B68 hevur í ár vunnið fimm dystir og spælt tveir javnar.

 

Í dag vann EB/Streymur fyri fyrstu ferð síðani 11. apríl. Úrslitið var 2-0. Gutti Dahl-Olsen plagar at vera fastur maður í bestu deildini. Í dag var hann millum teir fyrstu ellivu á næstbesta liðnum, og tí verður hann ikki millum teir fyrstu ellivu í morgin, tá ið EB/Streymur fær vitjan av HB.

 

Gutti Dahl-Olsen legði EB/Streym á odda í fjórða minutti. Hálvleiksstøðan var 1-0, og Gutti kom ikki á vøllin eftir steðgin. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti Hannus Esmarsson Eiðisgarð 2-0 sigurin hjá EB/Streymi, sum flytur niður við 9 stigum. B68 flytur niður við 17 stigum.