Sum vanligt var eisini í ár skipað fyri rennikapping á norðoyastevnu. Teinurin var fimm kilometrar.
Sambært felagnum fyri frælsan ítrótt í Føroyum var spenningurin í nærum alla kappingina hjá monnum. Jan Elmar Sørensen og Sam Vang fylgdust leingi í oddinum, men seinastu 1800 metrarnar byrjaði at dragna millum teirra og at enda gjørdist tað ein greiður sigur til Jan Elmar Sørensen. Komin á mál var munurin teirra millum um 20 sekund. Á triðja plássi kom Andrias Hansen. Hetta er fyrsti sigurin hjá Jan Elmari Sørensen á norðoyastevnu, men hann hevur víst góðar taktir fyrr í ár og hevur vunnið okkurt umfar í TF vetrarkappingini, skrivar heimasíðan fif.fo.
Jan Elmar Sørensen hevur tað tó ikki frá fremmandum. Hann er sonur Guttorm Sørensen, ið mangan hevur vunnið rennikappingina á norðoyastevnu, og tað gjørdi hann aftur í ár, tó hesuferð í veteranbólkinum. So feðgarnir fóru heim við hvør sínum gullheiðursmerki.
Hjá kvinnum var ongantíð nakar ivi um, hvør var best. Rebekka K. Fuglø sett nýtt persónligt met á fimm kilometrateininum, og var gott og væl tveir minuttir fyrr á mál enn nummar tvey.
Á øðrum plássi kom eitt nýtt navn í renningarhøpi. Ása K. Thomsen hevur ikki luttikið í rennikappingum fyrr, men hevur í nógv ár spælt fótbólt við KÍ. Hon kom á mál sjey sekund framman fyri veteranin Rigmor N. Arge, sum gjørdist nummar trý.