FC Argir hevur skrivað tvey ára sáttmála við 17 ára gamla argjamannin Bjarka Christiansson Nielsen. Hann er uppvaksin í felagnum, og spældi í 2015 fleiri dystir fyri 1. deild og U18 hjá AB.
- Bjarki verður mettur sum eitt av ungu talentunum i felagum, sum hevur víst sínar dygdir í 1.deild og U18 seinasta kappingarár. Vit vænta at um menningin hjá Bjarka heldur áfram, so kann hann blíva ein av lyklaleikarunum hjá AB í framtíðini, sigur ítróttarstjórin hjá AB, Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen við AB.fo.
Um vikuskiftið gjørdi AB sáttmála við Patrik Johannesen. Hetta er fyrstu ferð, at Bjarki ger sáttmála.